Mentan

Finleif Mortensen í Smiðjuni í Lítluvík

Frá hósdegnum 17. september hevur Finleif Mortensen sína afturvendandi framsýnig í Smiðjuni í Lítluvík..

2026-09-18 10:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Framsýningin kundi havt tittulin ”tað kenda og ókenda” eftir sum tað á framsíningini eru tey kendu motivini við bygdum og  landsløgum og teir abstrktu kompositiónirnar sum heldur skullu sansast enn skiljast.

Í teimum kendu motivinum er tað tó meir enn ein avmyndan av tíð kendu bygdini, fjøll eru ikki bara fjøll og hús ikki bara hús men formar ella skap har dentur verður lagdur á  kompositiónina í málninginum. Finleif arbeiðir eisini nógv við llitunum á løritinum og  byggir  málningin upp í fleiri løgum, hetta sæst aftur baði í teimum abstraktu og figurativu landslags málningunum. At fara á framsýning er at sansa og varnast tað kenda og ókenda.

Framsýningin kann síggjast til týsdagin 22. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder