Aftur í ár letur Atlantic Airways 100.000 krónur gjøgnum stuðulsskipanina Listaflog. Stuðulsskipanin, sum varð sett á stovn í sambandi við, at flogfør og tyrlur fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum, letur hvørt ár fíggjarligan stuðul til føroysk listafólk og/ella listaverkætlanir.
Listaflog verður latið í dag, 28. mars, sum er 35 ára føðingardagurin hjá føroyska flogfelagnum.
Í ár hevur stuðulsnevndin gjørt av, at Helena Heinesen Rebensdorff við listanavninum Brimheim skal fáa allan stuðulin á 100.000 kr. Í stuðulsnevndini sita Jóhan Martin Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, LISA, Armgarð Weihe, umboð fyri Almanna- og mentamálaráðið og Annika Larsen Black, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways.
- Helena er ein evnarík, ung kvinna, sum í seinastuni hevur fingið nógva viðurkenning bæði uttanlands og her heima í Føroyum. Helena er ein serstøk føroysk rødd við einum altjóða úttrykki. Í sínum tónleiki torir hon eisini at vera viðbrekin og erlig, og hetta er ein sentralur partur av tekstunum hjá henni, sigur stuðulsnevndin m.a. í grundgevingini fyri, hví júst Brimheim skal fáa Listaflog 2023.
- Sum tónleikari setir hon sær greið mál, og vit vilja við Listaflogi fegin stuðla, at tað kann lata seg gera at røkka nøkur av málunum og uppaftur longur út við tónleikinum.
Helena Heinesen Rebensdorff fegnast sum vera man um stuðulin, sum kemur væl við.
- Eg eri bara so ómetaliga takksom fyri at fáa Listaflog-stuðulin. Eg eri komin eitt stað í míni yrkisleið beint nú, har eg upplivi stóra undirtøku, men pengarnir eru ikki ordiliga fylgdir við enn. Tað kann vera torført at fáa alt til at hanga saman fíggjarliga, serliga tá ein hevur so stórar listarligar ambitiónir, sum eg havi, sigur Helena.
- Hesir pengarnir koma ómetaliga væl við og fara at vera ein risahjálp til at fáa framt mína visjón fyri mítt næsta tónlistarverk. Ein partur av upphæddini skal brúkast til at gera mína komandi heildarútgávu lidna, og restin fer til tvey sjónbandaløg, sum skulu takast upp í Føroyum við føroyskari filmsmanning og við Heiðriki á Heygum sum leikstjóra. Tað hevur leingi verið ein dreymur hjá mær at fáa høvi til at samstarva við nøkur av teimum frálíku listafólkunum heima í okkara vakra landi og at brúka mítt navn til at varpa ljós á tann ómetaliga dugnaliga talenthópin, sum vit eiga heima í Føroyum. Eg eri so stolt og takksom fyri at fáa loyvi til at gera hetta til veruleika.
Tilsamans komu 25 umsóknir um stuðul úr Listaflogi í ár, og søkt varð um góðar 1,6 mió kr. tilsamans.
Grein um Brimheim, sum stóð í Atlantic Review í maj 2022, kann lesast HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald