Annað

Fimm NATO flogfør í føroyskum loftrúmi

Fólk í Vági sóu fimm flogfør í senn

2023-01-20 15:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin mánadagin sóu fólk í Vági eina heldur óvanliga sjón, tá ið tey hugdu uppí luftina. Fimm flogfør vóru tætt saman, og vóru flogførini ikki at síggja á flightradar24.com. Tí settu vit okkum í samband við Høgna Hoydal, sum er landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Høgni sigur, at talan var um fimm flogfør, sum komu úr Noregi og vóru á veg til Keflavíkar, har tey næstu tíðina skulu hava eftirlit við og vaktarhald í íslendskum loftrúmi samsvarandi avtalu millum Ísland og NATO hesum viðvíkjandi. Ein røð av NATO-limalondum skiftast um at hava flogfør í Keflavík í styttri tíðarskeið í senn.

Víðari sigur Høgni, at flogførini høvdu neyðuga diplomatiska loyvið at flúgva í føroyskum loftrúmi og føroyskir myndugleikar vistu av gjøgnumflúgvingini.

[object Object]

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder