Tveir spildurnýggir A-landsliðsspælarar vóru á listanum, tá Eyðun Klakstein, ið fyribils stendur á odda fyri føroyska manslandsliðnum, fyrrapartin mánadagin kunngjørdi hópin til UEFA Nations League dystirnar á útivølli móti Armenia og Norðurmakedónia.
Talan er um Ása Dam úr HB, og Poul Kallsberg úr Víkingi. Harafturat verða Hallur Hansson og Páll Klettskarð úr KÍ, og Noah Mneney úr HB eisini partur av føroyska hópinum hesaferð.
Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Jann Julian Benjaminsen, B36 Tórshavn
Ási Dam, HB Tórshavn
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Poul Kallsberg, Víkingur
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Hósdagin 14. november klokkan 17 spæla Armenia og Føroyar á Republican Stadion í armenska høvuðsstaðnum, Jerevan, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 17. november klokkan 14 spæla Norðurmakedónia og Føroyar á Todor Proeski Arena í Skopje.
Tá Føroyar og Norðurmakedónia møttust á Tórsvølli tíðliga í september, gjørdist úrslitið javnleikur 2-2, og tá armenar vóru á vitjan í Føroyum fyri einum mánað síðani, gjørdist úrslitið javnleikur 1-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald