2025-01-03 08:30
Klokkan 11 fyrrapartin í gjár var ein týskur bilur farin útav vegnum við krossin um Eiðisskarð.
Í Havn fingu fýra bilførarar heilsan frá løgregluni. Ein koyrdi uttan trygdarbelti, tvey brúktu fartelefon og ein hevði ikki rudda rútin fyri kava.
Í Vágatunlinum vórðu tað fimm bilførarar ið koyrdu ov skjótt. Tveir fingu klipp, sum koyrdu 105, 108 km/t klipp. Tveir aðrir skulu upp í nýggjari koyriroynd, teir koyrdu 116 og 117 km/t. Ein koyrdi 102 km/t, og tann bilførarin fær vanliga bót.
Annars vóru tað nøkur soloóhapp í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald