Nakað áðrenn midnátt í gjár kom álitið um fíggjarlógaruppskotið úr fíggjarnevdini.
Um hugt verður eftir hvat fyri raðfestingar fíggjarnevndin mælir til at gera í Vágum, so eru komnar 2 mió. kr. meira á enn hvat tað var á uppskotinum hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu.
Meirilutin hevur raðfest, at ein løgustuðul á 1 mió. kr. skal gevast til Krígssavnið í Vágum, at fremja liðugtgerð av 2. byggistigi.
300 tkr. verða markaðar til ferðsluábøtur í Vágum.
700 tkr. verða settar av til raðfesta eina nýggja læknaviðtalu í Vágum.
Sí eisini: Fíggjarlógaruppskotið: Hallið økist við 90 mió. kr. uppí 263 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald