Politikkur

Fíggjarlógin 2024 – hvussu skulu vit liva?

Hetta landsstýrið hevur sett sær fyri at strika rentustuðulin, banna oljufýrum samstundis sum stuðilin til grønar orkuloynsnir skal steðgast.

2023-10-02 09:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hetta í eini tíð við hækkandi rentu, prísstøði og framhaldandi inflatión. Við øðrum orðum ætlar landsstýrið at gera tað dýrari at fáa ráð til dýrkandi vørur.

Vit hava í áravís livað við metlágari rentu. Hevði løgtingið lækkað rentustuðulin tá, hevði tað kostað landi og húsaeigarum munandi minni.

Men henda ætlan, nú rentan hækkar við rúkandi ferð, rakar húsaeigarar meinari.

Hetta ger tað lítið hugaligt hjá nógvum føroyingum at seta búgv, og hjá summum verður hetta als ikki ein møguleiki.

So hvussu ætlar landsstýrið at vit skulu liva ?

Skulu færri og færri eiga, og fleiri leiga ?

Ætlar landsstýrið, at fáa so nógv sum gjørligt at búgva í almennum høsnabúrum í Hoyvíkshaganum, sum Bústaðir bæði byggja, sniðgeva og innrætta fyri íbúgvarnar.

Er endamálið at stovna almennar klekibúðir av framtíðar sosialistum, sum (L)eiga alt í felag við tí úrsliti, at ongin eigur nakað.

Hvussu við teimum sum hóast hesi útlit hava dirvi og áræði at seta egið búgv.

Kunnu hesi kappast við lokkandi, statsfíggjaðar og orkuvinarligar leiguíbúðir frá Bústaðir, sum verða veittar til tað sum av landsstýrinum er at meta sum rímiligar prísir, ið bert er eitt annað orð fyri ’boligstøtte’, sum helst skal fíggast við einum komandi ognarskatti.

Landstýrið hevur longu lagt lunnar undir at loyva kommunum at krevja borgarum eftir bæði bústaðarskyldu og tænastugjaldi.

Skal landsstýrið ella føroyingurin sjálvur vera harri í egnum heimi?

Alla rós til Bústaðir fyri at byggja snøggar og liviligar íbúðir og nú vónandi eisini lutaíbúðir.

Sethús, raðhús, lutaíbúðir og leiguíbúðir. Jú fleiri valmøguleikar vit hava, jú frælsari borgarar verða føroyingar.

Men neyðugt er, at møguleiki er fyri at ogna sær hesar bústaðir.

Hvussu skulu føroyingar ráða yvir egnum landi, tá ið vit ikki ráða í egnum húsi ?

Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder