Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum
Evni: Trygdarskapandi vælferðartøkni
Spurningar:
- Ætlar landsstýrið at gera nakað við møguleikan at brúka trygdarskapandi vælferðartøkni í størri mun?
- Hvat hevði tað merkt fyri trivnaðin og tryggleikan hjá búfólkum á ellisheimum og teirra avvarðandi, um trygdarskapandi vælferðartøkni varð nýtt meira?
- Hvat hevði tað merkt fyri starvsfólkatrivnaðin?
- Hvat hevði tað merkt fyri eindarkostnaðin á eldraøkinum?
Viðmerkingar:
Nýggj tøkni kann skapa fyritreytir fyri, at tað bæði er tryggari og virðiligari at vera búfólk á ellisheimi og í nógvum førum, at eldri kunnu verða búgvandi heima longur. Harafturat kann nýggj tøkni lætta um hjá starvsfólkum og bøta um, at starvsfólkatilfeingið verður gagnnýtt so væl sum til ber – at búfólk møta menniskjum, tá tað er neyðugt at tey møta menniskja, og tøkni hjálpir at røkta og ansa búfólkunum, tá tað ber til, og tað gevur meining, at tað er tøkni, sum ger tað.
Búskaparráðið hevur í fleiri umførum víst á, at eindarkostnaðurin á eldraøkinum má niður. Ein liður í hesum kann vera at brúka trygdarskapandi vælferðartøkni meira.
Fyri at vælferðartøkni kann brúkast meira er allarhelst neyðugt við broytingum í tvingsilslógini. Sum er vísir kunngerðin um ávaringarskipan og peilingarskipan til grein 8 í tvingilslógini. Grein 8 ger tað ógviliga trupult at umsita vælferðartøkni á ellis- og røktarheimum. Eitt nú hava danir og onnur grannalond nógv lagaligari treytir fyri at gagnnýta vælferðartøkni.
Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvørjar tankar landsstýriskvinnan hevur um hesi viðurskifti. Tí vera hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 7. september 2026
Fía Selma Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald