2025-04-30 12:55

Fólkaflokkurin skrivar:
Fía Selma Nielsen hevur tikið sæti í Tingi
Dugnaliga Fía Selma, sum av álvara markeraði seg í valstríðnum seinast, tók í morgun sæti á Føroya Løgting fyri fyrstu ferð.
Hon fekk møguleikan, nú Árni Skaale er farin í stutt farloyvi.
Fía Selma er 39 ára gomul og stillaði fyrstu ferð upp til Løgtingsvalið í 2022. Hon fekk 269 atkvøður, sum gav henni plássið sum 2. varafólk fyri Fólkaflokkin.
Hennara hjartamál eru bústaðarmøguleikar og at geva familjunum størri fíggjarligt rásarúm.
Vit ynskja Fíu Selmu góðan arbeiðshug.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald