2024-04-24 07:45
Klokkan 17:32 fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp uttan fyri Vágatunnilin á vágalandinum.
Talan var um eitt soloóhapp um ein persónur á motorsúkklu. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tey vita ikki hvussu standurin er hjá viðkomandi, men førarin bleiv slongdur útav vegnum.
Sjúkrabilur flutti førarin á motorsúkkluni á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald