Átøk eru longu sett í verk fyri at bøta um trygdina hjá fólki til gongu og súkklum, tó er alneyðugt at hesi átøk koma at hanga saman og verða ein fullfíggja heild.
Borgara skulu kunna ferðast trygt frá Olivarsvegi og allan vegin inn á skúlan. Hetta kann gerast við at íbinda Ápramsveg til Tvørgarðsgøtu. Her frá verður ein gøta gjørd inn í Hús, íbundin í Hoygarðsveg. Seinasta petti av Húsanesavegi og Nesavegi vantar gongubreyt og ljós, so hetta eigur eisini at verða gjørt. Á hendan hátt verður tryggari at ferðast á hesum strekki.
Sambært “Kunngerð um Landsvegaskrá” Vágar §4 stk.3 so ræður Landsverk: “Frá vestara vegnum til havnalagið í Miðvági um Sandavág og til Oyragjógv”. Sostatt er stóra avbjóðingin, at kommunan hevur ongan møguleika at gera átøk á hesum strekki av sínum eintingum. Tí er neyðugt framhaldandi at leggja trýst á landsmyndugleikarnar um at taka støðuna í álvara og síggja tann vanda, ið okkara børn dagliga ferðast í. Hetta er galdandi allan vegin eftir Giljavegnum og eftir Jatnavegnum. Átøk mugu og skulu gerast, ið bøta um trygdina hjá súkklum og gongufólki.
Saman eru vit sterkari
X við Borgaralistan
X við Jon Ingi Wiberg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald