Politikkur

Ferðsla

Í fleiri av gomlu býlignunum í kommununi eru ungar familjur fluttar í gomlu húsini, og tað er so deiligt at hoyra at lív er komið í grannalagið.

2024-11-05 23:13 Author image
-
placeholder

Til dømis í Húsi, har eg búgvi, eru vegirnir slett eru ikki gjørdir til so nógva ferðslu og grundøkini ikki nóg stór til, at bilar kunnu standa parkeraðir inniá. Harafturat er eitt av størstu arbeiðsplássum í kommununi í grannalagnum, har arbeiðsfólk og vitjandi koyra til og frá alt døgnið. Sýnið er alt annað enn gott á nógvu vegunum, ið renna saman við Kálvalíðvegin, og má okkurt gerast fyri at leiða nógvu ferðsluna vekk frá hesum økinum, áðrenn ein vanlukka hendir. Eitt ið kundi lætt um trýstið er, um ætlaða rundkoyringin varð gjørd inni á Giljanesi við einum vegi ið gekk niðan á Húsanesvegin og einum heim á Sýnina, fyri at nevna eitt møguleika. Hetta er, sum sagt, ein av fleiri vegum í kommununi, har okkurt má gerðast, og hetta er eitt av teimum málum eg ætli mær at arbeiða fyri, um eg verið vald.

Set kross við Rannvá Ólavsdóttir

ella við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder