Politikkur

Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

.

2024-05-17 13:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Vinnuhúsið:


Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

Tað er torført at síggja, hvat semjan í lóggávuni er, annað enn, at tað sum longu ger seg galdandi í dag, við hesum uppskotinum bara verður staðfest.

Ikki nokk við tí, so kemur eisini eitt gjald á ferðavinnuna.

Stórar avleiðingar fyri føroyska ferðavinnu
Verður lógin samtykt, kann tað fáa stórar avleiðingar fyri føroyska ferðavinnuna. Tað ljóðar rætt, at jarðareigarar kunnu taka pengar fyri eina tænastu, men verður hugt eftir lógaruppskotinum, so er allýsingin av eini tænastu nakað heilt annað, enn hvat flest ferðafólk høvdu væntað. Eitt nú er ein tænasta sambært lógaruppskotinum “at vera tiltaks” ella at tað er atgongd til “gjørdari gøtu” - uttan yvirhøvur at lýsa nøkur krøv, ið ein slík gøta skal lúka. Tað er júst hetta sum er trupulleikin í fleiri støðum í dag, og tí er hetta bert at blástempla verandi óskil.


Ikki skilagott at gera so sjónligan mun á føroyingum og útlendingum
Í lógaruppskotinum verður gjørdur stórur og sjónligur munur á føroyingum og útlendingum í og við at føroyingar kunnu ganga ókeypis á gøtum, meðan ferðafólk skulu rinda. Ferðavinnufelagið er av teirri fatan, at hetta fer at vera sera torført og ódámligt at praktisera, bæði fyri ferðafólkini, men eisini fyri føroyingarnar, ið skulu krevja gjøldini inn.

Harumframt er ásett, at gjøldini skulu vera rímilig, uttan at allýsa hvat eitt rímiligt gjald er.


Verandi lóggáva loyvir ikki jarðareigarum at taka gjøld fyri at loyva ferðafólki í hagan
Ferðavinnufelagið heitir á løgtingsfólk um at vera serliga varin hvat tey atkvøða fyri, tí flestu løgfrøðingar eru á einum málið um, at við verandi lóggávu, hava jarðareigarar ikki loyvi at taka gjøld fyri at loyva ferðafólki í hagan, hóast har eru fleiri dømir um, at hetta er tað sum verður praktiserað.


Við nýggja uppskotinum fáa jarðareigarar loyvi at taka gjøld, og tí verður tað sera torført, at broyta hetta aftur, uttan stór endurgjaldskrøv.


Ferðavinnufelagið viðmælir tí løgtingsfólkunum at steðga á og ikki at hasa nakað ígjøgnum, sum ikki er nóg væl viðgjørt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder