
Árliga Visit Faroe Islands átakið byrjaði í morgun, fríggjadagin 4 apríl. Hetta er 19. árið, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroya, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál. Hetta er eitt tað størsta tiltakið í Føroyum fyri útlendskum ferðasmiðum og tískil gleðast Visit Faroe Islands saman við vinnuni um árliga átakið.
Í ár luttaka í alt 120 fólk, harav 50 eru umboð úr 18 ymiskum londum kring heimin, sum t.d. úr hinum Norðanlondunum, Belgia, Týsklandi, Italia, Fraklandi, Canada og USA. Í ár eru nærum allir ferðasmiðirnir nýggir, og sera áhugaði og jalig um at uppliva Føroyar. Eisini eru 45 føroyskar ferðavinnufyritøkur við, fleiri av teimum eru nýggir útbjóðarar, sum eru við fyri fyrstu ferð, men eisini fyritøkur, sum hava verið virknar longi, eru við.
Visit Faroe Islands tiltakið er liður í arbeiðinum at økja um talið av útlendskum ferðasmiðum, sum selja Føroyar. Allar royndir vísa, at besti háttur at gera hetta er, at bjóða sølufólkum og ferðasmiðum til Føroya, so tey sjálvi kunnu uppliva tað, sum Føroyar hevur at bjóða okkara gestum.
Vit eru serstakliga glað fyri stóra áhugan og undirtøkuna í ár bæði frá útlendsku og serliga føroysku fyritøkum. Nógvu nýggju luttakararnir bera boð um bjartskygni millum føroyskar ferðavinnuveitarar, og tað er at fegnast um – sigur Súsanna Sørensen, fyriskipari og Marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands.
Tjarnir er fyri fyrstu ferð karmur um verkstovuna, sum byrjaði kl. 9.00 í morgun, har útlendsku keypararnir hava høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum og hoyra um teir mongu møguleikarnar, sum Føroyar hava at bjóða. Seinni í kvøld er døgurði fyri luttakarunum, har tey sleppa at uppliva føroyska mat- og tónleikamentan. Leygardagin er útferð á skránni og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.
Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipa fyri tiltakinum, sum ein samlað ferðavinna stendur aftanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald