Politikkur

Felagsskapurin

Øll menniskju hava ein grundleggjandi tørv á at hoyra til onkrastaðni. At verða partur av einum felagsskapi og at verða hoyrdur, virdur og góðtikin hevur týdning fyri okkara sálarheilsu, tryggleika og trivnað.Í Vága kommunu hava vit nógv góð tilboð.

2024-11-05 17:19 Author image
-
placeholder

Sjálvur havi eg verið virkin í ítróttarfeløgum alt mítt lív. Eg havi leikt fótbólt við MB sum barn og nærum 20 ár sum vaksin, hondbólt við SÍF, róð kapp við í Miðvágs Róðrarfelag, og telvað bæði við Miðvágs Talvfelag og Sandavágs Talvfelag. Í fleiri førum havi eg verið venjari, umframt formaður, í onkrum av feløgunum. Eg havi eisini verið virkin í ymiskum nevndararbeiði í Miðvágs Missiónshúsi. Ávirkanin, ið hesir felagsskapir, og fólkini í teimum, hava havt á mítt lív kann ikki undirmetast. Hesir felagsskapir hava allir lært meg um ábyrgd, samstarv og at hoyra til. Allir frítíðarfelagsskapir í kommununi gera eitt megnar arbeiði fyri børn og ung og eru við til at mynda teirra lív.

Tí hevur kommunan eina stóra ábyrgd at verða ein virkin viðleikari, ið stuðlar øllum felagsskapum og veitur best møguligar umstøður, so at tey fáa virkað kommununi at frama. Tær eldsálir, ið dríva hesar felagsskapir hava alt rós uppiborið. Ymiskir mátar eru at stuðla og heiðra felagsskapum og eldsálum. Eitt átak kundi verið, at tilnevnt og heiðrað “Ársins eldsál” ella “Ársins felagsskapur”, ið ger eitt serstakliga gott arbeiði fyri nærumhvørvið.

Vit sum kommuna hava øgiliga nógv góð tilboð og eiga vit framhaldandi at tryggja okkum, at hesi tilboð hava bestu umstøður. Ítrótturin eigur og skal umfata tilboð bæði til hugna og til úrvalsíðkan. Børn og ung, ið ikki íðka ítrótt eiga at hava møguleikar at fara til aðrar felagsskapir, so sum skótar, tónleik ella dans. Øll skulu trívast í kommununi og tí skulu øll tilboð virðast eins nógv og hava somu møguleikar at virka í kommununi, andalig og tímilig.

Saman eru vit sterkari
X við Borgaralistan
X við Jon Ingi Wiberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder