Og vit fóru skjótt til verka – men so kom korona – umfarssóttin sum fór við allari orkuni. Tað hevur kravt nógv, ikki minst av heilsuverkinum.
Men nú vit skriva 1. mars hava vit sagt farvæl við koronu, og longu í dag boðar Kaj Leo Johannesen, landsstýrismaður, frá, at hann setir eina nýggja viðgerðartrygd á stovn. Talan er um viðgerðartrygd innan neyðtøkutilbúgving. Frá í dag verður tað møguligt hjá fólki, ið hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd at ringja beinleiðis til eina neyðtøkutelefon á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp beinanvegin.
Leingi hevur verið tosað um at gera eina tilbúgving innan hetta økið, og nú er hon endiliga her. Tilbúgvingin verður mannað við starvsfólki, ið eru skúlað til at taka ímóti fólki, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd.
Tað sum onnur landsstýri ikki eru komin á mál við, tað hevur sonevnda “slipsalandsstýrið” nú avgreitt. – Sig so tað!
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald