Politikkur

Farsóttarøkið á føroyskar hendur

Farsóttarøkið varð flutt á føroyskar hendur 1. jan. 2024, tá Fólkaheilsustýrið yvirtók umsitingina av farsóttarøkinum - sama dag sum stovnurin hátíðarhelt sín fyrsta føðingardag. Í hesum sambandi verður móttøka í hølunum hjá Heilsumálaráðnum á Eirargarði 2, mikudagin 3. januar kl. 14.00-16.00.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2024-01-02 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum og fór formliga at virka 1. jan. 2023, tá virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum, Ílegusavninum og lutvíst Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð savnað undir nýggja stýrinum. Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum kunnu skiljast sundur í nøkur yvirskipað øki:

  • Ráðgeving og upplýsing.
  • Hagtøl og skráir
  • Tilbúgving

Stigvíst verða fleiri nýggjar uppgávur lagdar til Fólkaheilsustýrið, og sum nevnt yvirtók stovnurin umsitingina av farsóttarøkinum frá landslæknaembætinum 1. jan. 2024.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder