![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Luttakaratalið til FarGen er komið upp á 3.333, og endaspurturin við at útvega luttakarar er settur í gongd. Einans 167 pláss eru eftir í stóru verkætlanini. Opna tilmeldingin er nú latin aftur og farið verður miðvíst eftir føroyingum, sum hava typu 2-diabetes.
Málið er, at øll tey írestandi plássini fara til fólk við typu 2-diabetes. Diabetes er nevniliga ein av fýra sjúkubólkum, sum FarGen leggur serligan dent á at granska í, og enn er eitt sindur eftir á mál at fáa 350 luttakarar við diabetes. Endamálið er at fáa eina betri fatan av sjúkuni, at leita eftir møguligum mynstrum í dátunum og at geva eitt íkast til betri viðgerðarmøguleikar í framtíðini við eitt nú persónlagaðum medisini.
Kanningarnar til FarGen fevna um eina blóðroynd, nøkur kropslig mát, máting av blóðtrýsti, eygna og lungnavirkni. Luttakarar fáa afturboðan um kropsligu mátini, biokemisku kanningarnar so sum vitaminir, kolesterol, blóðsukur o.a. Eingin afturboðan fæst um ílegurnar, sum einans verða brúktar í granskingarhøpi.
Fólk, ið hava hug til at geva sítt íkast, kunnu bíleggja sær tíð til kanning á www.fargen.fo. Heilsustýrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald