2023-06-14 18:26
Fyrr í dag var ein grind hildin til á Vestmanna.
Sagt var at grindin ið var funnin norðanfyri Slættanestanga fyrr í dag taldi fleiri 100 hval, men løgdu "bert" 100 hval beinini í Vestmanna.
Nú er aftur grind funnin norðanfyri Slættanestanga, og verður sagt hon er stór. Hon skal haldast til í Leynum.
Dagført klokkan 18:57: Bátarnir koma nú um Slættanestanga.
Dagført klokkan 20:09: Bátarnir eru nú staddir útfyri Kvívík, so grindin verður hildin til um eina lítla løtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald