Politikkur

Fara at bora Kalsoyartunnil í morgin, sum ein annan dag

Loysnin á samfersluavbjóðingunum, er Kalsoyartunnil av Syðradali í Bumshamar á eystursíðini á Klakkinum. Tunnilin verður 4 km, kostar 600.000 mió og 4 mió árliga at reka..

2026-08-15 22:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undirsjóvartunlar kosta heldur meir at byggja, men eru væl bíligari at reka enn ferjur og ferjulegur. Tí løna tunlar seg væl betur fyri skattgjaldaran í longdini.

Fyri Kalsoynna verður framburðurin stórur. Oyggin verður flutt í nútíðina, har fólkavøkstur og øktir vinnumøguleikar koma í eyga.

Hvør byggjir tunnilin?

Tað er ikki avgerðandi, hvør byggir tunnilin. Tað týdningarmesta er, at farið verður til verka.

Ein møguleiki er, at tunnilin verður bygdur eftir sama leisti, sum aðrir undirsjóvartunlar. Alment partafelag verður stovnað, landið setur 300 mió í verkætlanina, og 300 mió verða fíggjaðar við láni. Afturgjald av láninum verður fíggjað við bummgjøldum og stuðli úr Landskassanum, svarandi til raksturin av ferju, og ferjulegum.

Við ferðslu á 200 akfør um døgnið og meðalprísi á 70 kr. fyri akfarið, ber ætlanin seg. Slík ætlan, kann sannlíkt fremjast eftir 8 ár árum.

Norðoyatunnilin byggir Kalsoyartunnilin

Undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans setti landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jacob Vestergaard spurningin, um Norðoyatunnilin kann byggja Kalsoyatunnilin.

Hetta er ein gongd leið. Tunnil sum rekur Norðoya- & Vágatunnilin, eigur yvir 100 mió á bók, og krevur við verandi prísum millum 10 og 15 mió ov nógv inn í bummgjøldum árliga.

Um lógini um Norðaoyatunnilin verður broytt soleiðis, at heimild verður givin at byggja Kalsoyartunnil, og at brúka av tøka peninginum, verður ómakaleysari at fara til verka.

Byrjanarkapitalur avgerandi fyritreyt

Avgerandi fyritreytin er byrjanarkapitalur fylgir við. 200 mió, sum eru støðlaðar/játtaðar til kalsoyarferju verða fluttar í tunnilsverkætlanina, umframt 100 mió, av tøka peninginum hjá Tunnil.

Norðoyatunnilin tekur 300 mió í láni, sum resta í til 600 mió.

Lættari at reka Kalsoyartunnilin

Tað verður lættari at reka Kalsoyartunnilin saman við Norðoyatunlinum. Tørvurin á árligum stuðli á Fíggjarlógini til verður minni ella eingin, alt eftir hvør fíggingarleisturin og afturgjaldsvangin verður.

Prísurin at koyra í Noroyatunlinum nýtist ikki at verða ávirkaður nevnivert, tí við verandi prísum, verður longu, ov nógv kravt inn í bummgjøldum.

Koyrandi í Kalsoynna um fýra ár

Um viji er at fremja verkætlanina, ber til at fara undir at bora í morgin, sum ein annan dag.

Tá verður koyrandi í Kalsoynna um fýra ár.

Hundratals milliónir eru at spara. Eingin ferja verður bygd, íløgur verða ikki gjørdar í ferjulegurnar, og framtíðar skiparakstur fellur burtur.

Tunnilin sparkaður til horna ?

“Vandi er í hvørjari vælferð” Ikki  minst, um Norðoyatunnilin fær uppgávuna at fyrireika og byggja Kalsoyatunnil, og tær 200 mió, sum eru játtaðar til Kalsoyarferju ikki fylgja við, men verða fluttar til aðrar verkætlanir, sum standa í longum røðum og bíða efir játtanum.

Tá verður Kalsoyartunnilin sparkaður til horna, og oyggin flutt langt aftur í tíð – við oyðilagdari ferjulegu, einari ferju sum gongur til tey seksti, stirvnari ferðaætlan, avlýsingum í høgættarloti og lóggivnari hópferðavinnu, sum darvar bæði lokalum og teimum við tilknýti til oynna at ferðast.

Stropað ella lívsørt

Fíggjarlógararbeiðið í heyst fer at vísa, um eggið verður stropað ella lívsørt, tá tað er vorpið.


Bjørn Kalsø

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder