Tá ið fíggjarætlanin fyri 2025 verður samtykt, eru vit vónandi ikki longur tann kommunan í landinum við hægsta skattaprosentinum.
Vit á Borgaralistanum ætla at lækka skattaprosentið niður á 20,5% og hækka barnafrádráttin upp til 7000 kr. Tað er veruliga nakað sum munar hjá borgarunum.
Taka vit eitt dømi, og siga at tað er ein familja uppá fýra, tvey vaksin og tvey børn. Tey bæði forvinna tilsamans 60.000 um mánaðin, men hava bara 37.950 kr eftir skatt. Um vit fáa broytt skattin og barnafrádráttin, so koma tey at hava 38.590 kr eftir skatt, 640 kr meira hvønn mána at liva fyri.
640 kr um mánaðin, hvat er tað hugsa tit møguliga. Men veruleikin er, at tað eru 7600 kr meira um árið at liva fyri, og tað kann broyta nógv.
Familjan kann koma úr fíggjarligum trupulleikunum av tí.
Onnur kunnu brúka tað til hugna og gleði.
Onnur skulu seta búgv, og tað kann verða munurin á, um bankin vil veita teimum lán til júst dreymahúsini, 640 kr um mánaðin svarar til at tey kunna økja teirra sethúsaskuld umleið 100.000 kr.
Hvørja fer vit lækka skattin í okkara góðu kommunu við 0,25% stigum, so merkir tað umleið 1,3 mió. kr. minni inn í skatti um árið.
Set X við Jóanis Albert Nielsen
Set X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald