Áheitan til politisku skipanina:
Styttið arbeiðsvikuna niður í 37 tímar
Best er fyri øll, um arbeiðsvikan verður 37 tímar, og Fakfelagssamstarvið mælir til, at arbeiðsvikan verður stytt sum skjótast.
Fyrimunurin verður, at arbeiðstakarin fær betri umstøður at røkja sítt starv, trivnaðurin økist, vandin fyri strongd minkar, sjúkradagarnir fækka, og arbeiðslag og familjulív verða betri. Hetta fer eisini alt at koma arbeiðsgevarunum til góðar.
Føroyar mugu fáa ein tíðarhóskandi arbeiðsmarknað, sum gerst smidligari og setir trivnaðin í miðdepilin. Ein glaður arbeiðstakari er tann besti arbeiðstakarin, eisini fyri arbeiðsgevaran.
Arbeiðsmegin er í dag væl útbúgvin, og eitt av fremstu krøvum hennara er, at arbeiðslívið er gott og trygt.
Gransking staðfestir, at øll vinna við at stytta arbeiðsvikuna. Fyritøkur og stovnar, sum taka stigið, fáa betri kappingarføri, tí starvsfólk fara hagar, sum bestu treytirnar eru at fáa, ella verða verandi á bestu arbeiðsplássunum.
Stytt arbeiðsvika fær fólk at trívast betur, og góður trivnaður skapar betri avrik, vísir granskingin.
Eitt starvsfólk, ið fær stundir at hvíla seg eftir loknan dag, er betri fyri, tá ið tað møtir dagin eftir.
Við styttri arbeiðsviku fær arbeiðsgevarin sostatt ídnari starvsfólk til arbeiðis og kann vænta, at sjúkrafráveran minkar, tí fólk við góðari hvíld verða betur fyri.
Fyri ári síðan gjørdu Jan Otto S. Holm og Regin Berg stóra kanning, har teir greinaðu, hvussu stytt arbeiðsvika fer at ávirka almenna arbeiðsmarknaðin.
Niðurstøðan var greið. Nógv bíligari er at stytta arbeiðsvikuna, enn hildið hevði verið. Politiski myndugleikin spáddi kostnaðin at vera 750 mió. kr., men veruligi kostnaðurin er 104 mio. kr.
Kanningin staðfesti eisini, at lítið sannlíkt er, at stytt arbeiðsvika fer at hava við sær prísvøkstur á vørum og tænastum. Tvørturímóti kann roknast við eini effektivisering í fleiri yrkjum.
Royndir aðrastaðni vísa nevniliga, at tá ið arbeiðsvikan verður stytt, velja fleiri, ið arbeiða niðursetta tíð, at fara upp í fulla tíð. Við styttari arbeiðsviku verða tí bara vinnarar.
Limagjald til fakfeløgini dragast frá í skatti
Fakfelagssamstarvið mælir politisku skipanini til at skipa so fyri, at limagjaldið til fakfeløgini skal kunna dragast frá í skatti.
Fakfeløgini hava ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum. Tey tryggja arbeiðstakarum skipað lønar- og setanarviðurskifti og eru ein neyðugur viðleikari at tryggja Føroyum ein skipaðan, smidligan og væl virkandi arbeiðsmarknað.
Fakfeløgini eru trygdin fyri, at friður valdar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum í sáttmálaskeiðnum, og at ósemjur ikki enda sum varandi stríð millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, men verða loystar á siðiligan hátt.
Sterk fakfeløg eru sostatt bæði ein fyrimunur fyri løntakaran, arbeiðsgevaran og samfelagið. Tí eigur politiska skipanin at gera sítt til at tryggja, at fakfeløgini verða verandi sterk, so tey kunnu vera við til áhaldandi at menna samfelagið.
Sleppa fakfelagslimir at draga fakfelagslimagjaldið frá í skatti, fremur tað hugin hjá fólki at gerast limir í fakfeløgum. Á tann hátt kunnu fakfeløgini varðveita sín týdningarmikla leiklut í samfelagnum.
Í grannalondunum og øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, kunnu løntakarar draga limagjaldið til fakfeløgini frá í skatti.
Hesin møguleikin fer at javnseta arbeiðstakaran við arbeiðsgevaran, tí arbeiðsgevarar í Føroyum kunnu longu nú draga sínar útreiðslur at skipa seg á arbeiðsmarknaðinum frá í virkisroknskapinum.
Hetta er tí eisini ein spurningur um rættvísi – at partarnir sleppa at virka undir somu fortreytum.
Kostnaður eigur ongantíð at gera av, um einstaklingar skipa seg á tryggan hátt á
arbeiðsmarknaðinum ella ikki.
Møguleikin at draga limagjaldið frá í skatti er ein ítøkiligur, men avmarkaður fíggjarligur lætti, sumat muna hjá føroyskum arbeiðstakarum.
Fakfelagssamstarvið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald