Politikkur

Eysturoyar Fólkafloksfelag havt ársaðalfund

Eysturoyar Fólkafloksfelag hevði aðalfund í gjárkvøldið.

2022-04-08 10:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Eysturoyar Fólkafloksfelag havt ársaðalfund.
Eysturoyar Fólkafloksfelag hevur havt ársaðalfund í gjárkvøldið, har varð nýggj nevnd vald. Fleiri stóðu fyri afturvali og nøkur vórðu nývald. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Nevndin:
Jákup Martin Kjeld, formaður
Michael Dalbø, næstformaður
Aage Arnholdson, kassameistari
Eyðun Á Lakjuni, skrivari
Arni Rasmussen
Katrin Kjartansdóttir
Jonhard Danielsen
Limir í floksleiðsluni:
Jákup Martin Kjeld
Michael Dalbø
Eyðun Á Lakjuni, tiltakslimur
Eisini vóru Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Beinir Johannesen, tingbólkaformaður og Jacob Vestergaard, tingmaður, við á fundi, og greiddi frá politiska arbeiðnum.
Hýrurin á fundarfólkinum var góður, og høvdu tey eisini spurningar og ráð til okkara fólkavaldu umboð.
Korona hevur ávirkað arbeiði hjá nevndini nógv, men ætlar nevndin nú, at gerast meir aktiv við tiltøkum o.ø. komandi tíðina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder