Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
- Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um P/F Eystur- og Sandoyartunlar í sambandi við tunnilsbyggingar hava gjørt eina lánsavtalu við teirri treyt, at Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðinum?
- Um so er, at hetta er ein partur av lánstreytunum, kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar orðingar eru brúktar í avtaluni?
Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, at tað hava gingið leysatíðindi, líka síðani P/F Eystur- og Sandoyartunlar gjørdi avtalu við sínar útlendsku lánsveitarar, at ein týðandi og avgerandi treyt fyri at gera hesa lánsavtalu var, at Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðinum, umframt at landskassin veitir trygd fyri einum parti av inntøkugrundarlagnum.
Tað eru gjørdar ymiskar royndir at útvega nærri upplýsingar frá felagnum og málaráðnum í landsstýrinum um henda partin av lánsavtaluni, men tað hevur higartil ikki borið til at fáa innlit í avtaluna ella henda partin av avtaluni.
At enda sigur Jaspur Langgaard, í sínum viðmerkingum, at hesar meira politisku bindingar í avtaluni eru sera viðkomandi at fáa lýstar fyri Føroya fólki, hvørt hetta er rætt ella skeivt, m.a. tí tær munandi ávirka møguleikarnar hjá Føroyum at taka loysing frá Danmark komandi nógvu árini. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Sambandsflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald