Málið var um innsmugling av 9,3 kg. av hashi. Hashið var smuglað til Føroya í fjør summar, tá ein dani kom til Føroya við hashinum í einum bili, sum var serliga innrættaður til smuglingina. Maðurin bleiv tikin av politinum, tá hann royndi at avhenda hashið til ein føroyskan mann og eina føroyska kvinnu.
Av tí at talan var um sera stóra nøgd av hashi, og at innsmuglingin harumframt var professionelt fyriskipað, hevði ákæruvaldið reist ákæru eftir ásetingini í revsilógini um grovan narkotikakriminalitet.
Ákæruvaldið fekk ikki viðhald í Føroya Rætti um, at dømast skuldi eftir revsilógini. Føroya Rættur dømdi í staðin øll trý fyri brot á lóggávuna um euforiserandi evni. Lóggávan um euforiserandi evni verður brúkt til minni álvarslig mál um t.d. smugling av narkotika.
Ákæruvaldið kærdi málið til landsrættin við pástandi um, at tey ákærdu skuldu dømast fyri brot á revsilógina um grovan narkotikakriminalitet, og at revsingin harumframt skuldi herðast. Ákæruvaldið vísti m.a. á, at talan var um eina sera stóra nøgd, sum hevði eitt sera høgt søluvirði í Føroyum. Harumframt var víst á, at talan var um eina professionella innsmugling, sum hevði fleiri viðvirkandi í Føroyum og í Danmark.
Landsrætturin staðfesti í gjár dómin hjá Føroya Rætti, sum m.a. hevði grundgivið við, at markið fyri brot er á revsilógina í útgangsstøðinum er 10kg av hashi.
Staðfestingin merkir eisini, at føroyski maðurin fekk 2 ára treytaleysa fongsulsrevsing, danin fekk 1 ár og 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og kvinnan fekk 1 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
§ 191 í revsilógini um grovan narkotikakriminalitet § 191. Tann, sum ímóti lóggávuni um euforiserandi evni til fleiri persónar ella fyri mundandi gjald ella undir øðrum serliga skerpandi umstøðum avhendir slík evni, verður revsaður við fongsli í upp til 10 ár. Er talan um avhending av munandi mongd av serliga vandfamiklum ella skaðiligum evni, ella hevur avhendingin av slíkum evni á annan hátt verið av serliga vandamiklum slag, kann revsingin vaksa til fongsul upp i 16 ár. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald