2024-12-01 09:31
Eyðstein Zachariasen og Sonni Knudsen lógu ikki á boðunum leingi, og fóru teir at leita eftir hvar teir kundu fáa fatur á trummum í Basel.
Eyðstein Zachariasen skrivar á Facebook:
"Okkara partur skal ikki liggja eftir!
Síðani farna dyst hava røddir verið frammi um, at føroysku áskoðarnir manglaðu trummir. Vit kunnu ikki skora málini, bjarga ella blokera skotunum frá mótstøðuliðunum, men okkara partur skal ikki liggja eftir.
Sonni hevur verið inni á google maps og leitað: “where to buy drums near me”. Hetta resulteraði í einum gangitúri á 20 minuttir, og vit náddu fram tveir minuttir áðrenn handilin lukkaði.
Hetta gav úrslit, og nú eru tvær trummir klárar til í morgin."
Føroyar og Kroatia møtast í dag klokkan 14:30 (føroyska tíð).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald