2026-10-16 09:00
Talan er um nýggjar føroyskar sangir í einum fólksligum og sangbærum stíli. Eyði Horsdal hevur gjørt vart við seg við sínum lætta og melodiska tóna og sínum jarðbundnu og sansaligu tekstum. Sangirnir eru bæði lættir og hugnaligir, men rúma samstundis dýpd og álvarsemi.
Lagt er upp til eina serstaka, nærverandi og hugnaliga konsert, har tónleikurin, tekstirnir og nærveran fáa pláss.
Á pallinum standa:
- Eyði Horsdal – sangur, gittari og klaver
- Kristian Pauli Ellefsen – orgul og harmonika
- Arnold Ludvig – bass og gittari
- Kristian Blak – klaver
- Albert Karch – trummur og orgul (Pólland)
Konsertin er stuðlað av Økistónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald