Spurningarnir vóru soljóðandi:
- Hvat heldir landsstýriskvinnan um, at børn og ung yngri enn 18 ár kunnu keypa orkudrykkir?
- Hevur landsstýriskvinnan eina ætlan fyri at styrkja um føroysku fólkaheilsuna hjá børnum og ungum?
Svar:
Til spurning 1
Eg haldi ikki, at børn og ung yngri enn 18 ár eiga at kunna keypa orkudrykkir. Sambært Heilsustýrinum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru orkudrykkir ikki ætlaðir børnum, og tí mæla tey frá, at børn drekka slíkar drykkir.
Orsøkin til hesa støðutakan er høga innihaldið av koffeini og sukri í orkudrykkjum. Hjá børnum og ungum kann hetta hava neilig heilsuárin. Tá børn og ung drekka orkudrykkir, kunnu tey fáa ilt í búkin, høvuðpínu, vaml, gerast órólig, fáa hjartabankan og vøddaskjálvtar, svøvnórógv og sýruskaðar á tenninar.
Lutfalsliga lága vektin hjá børnum og ungum og hálvliturs eindirnar av orkudrykkjum, ið er vanliga støddin, hevur við sær, at børn og ung skjótt fáa meira koffein í kroppin, enn tað, ið verður mett at vera trygt.
Sum dømi kann nevnast, at eitt barn, ið vigar 40 kg (uml. 11 ár), ikki eigur at fáa meira enn 100 mg av koffein um dagin. Ein orkudrykkur á 0,5 l inniheldur vanliga 160 mg koffein.
Orkudrykkir koma partvíst undir matvørur, ið er málsøkið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum og partvíst undir fólkaheilsu, sum er málsøkið hjá mær. Eg ætli mær at fara at samskifta við landsstýrismannin í vinnumálum, um hvørji átøk vit kunnu seta í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum, t.d. áseta 18 ára aldursmark, seta ávaringartekstir á orkudrykkir og kunnandi átøk.
Til spurning 2
Tað er týdningarmikið, at børn og ung hava eina góða fólkaheilsu. Samgongan hevur sett sær fyri, at dentur skal leggjast á fyribyrging og heilsufremjan.
Tað verður longu arbeitt á fleiri mótum við at styrkja fólkaheilsuna hjá børnum og ungum. Sum dømi kunnu nevnast ætlanin hjá samgonguni at forbjóða fartelefonum í skúlunum, átøk at fyribyrgja og tálma misnýtslu av rúsevnum og fyribyrgjandi heilsutænasturnar hjá Gigni.
Harafturat kann nevnast samstarvsavtalan millum ÍSF, Heilsustýrið og Heilsu- og orkumálaráðið um heilsugóðar felagsskapir og karmar í ítróttarumhvørvum.
Eg haldi, at tað er umráðandi, at hetta arbeiðið heldur fram, og at vit samstundis støðugt meta um, hvussu fólkaheilsan hjá børnum og ungum kann styrkjast enn meira. Arbeiðið er fjøltáttað, og fortreytin fyri at røkka munadyggum úrslitum er, at allir viðkomandi partar t.d. myndugleikar, stovnar, felagsskapir og foreldur taka felags ábyrgd av uppgávuni.
Heldur enn at gera eina serstaka ætlan fyri barna- og ungdómsheilsu, eiga vit at miðað eftir at styrkja tað tvørgeiraliga arbeiðið, har fyribyrging, heilsufremjan og góðir karmar fyri sunnum valum eru hornasteinarnir í arbeiðinum at styrkja fólkaheilsuna hjá børnum og ungum.
Heilsu- og orkumálaráðið, 9. oktober 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald