Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Arktisk strategi
Spurningar:
- Hvussu gongur við arbeiðinum at orða eina arktiska strategi fyri Føroyar?
- Nær kann væntast, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið?
- Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at implementera føroysku strategiina í felags strategiina fyri alt ríkið?
Viðmerkingar:
Føroyar eru partur av Arktis og Norðuratlantshavi, og tí er tað eisini av størsta týdningi, at vit hava eina arktiska strategi. Bæði eina føroyska og eina felags strategi fyri alt ríkið.
Tað varð staðfest av landsstýrismanninum, at frá føroyskari síðu er ynski um fyrst at gera egna strategi, áðrenn farið verður undir eina felags strategi fyri alt ríkið. Roknað var tá við, at tann føroyska strategiin fór at verða liðug á heysti 2021.
Arktis og Norðuratlanshavið er blivin heimspolitiskur brennidepil og tískil er tað meira umráðandi nú enn nakrantíð, at vit sum land hava lýst okkara leiklut í hesum partinum av samstarvinum. Harumframt er tað umráðandi, at vit í ríkisfelagsskapinum hava eina samlaða strategi.
Seinasta útgreiningin, sum lýsir støðu Føroya í Arktis, er frá 2013, og nógv er hent síðani tá. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 7. apríl 2022
Eyðdis Hartmann Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald