Týsdagin 2 mai seta vit fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland á breddan. Frágreiðingin “Exit Russland?”, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt, verður løgd fram við nýggjum tølum, sum seta stór spurnartekin við, um avtalan búskaparliga er góð fyri Føroyar.
Vit hyggja eisini eftir tí søguliga samstarvinum við Russland, og hvat føroyingar kundu fingið burtur úr tilfeinginum vit lata Russlandi afturfyri toskin í Barentshavinum.
Umboðandi Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin fara Uni Holm Johannesen og Beinir Johannesen eisini at skifta orð um avtaluna, umframt at samrøða verður við Eirik á Húsamørk, stjóra á høvdavirkinum í Leirvík, um hvussu føroyingar kundu fingið meira burtur úr svartkjaftinum, sum russar fiska hjá okkum.
Er fiskiveiðuavtalan við Russland góð fyri Føroyar? Týsdagin 2. mai í Løkshøll kl. 15.15-17.30. Tiltakið er alment og ókeypis.
Orðstýrari: Rógvi Olavson.
Skrá:
15:15 Vælkomin
15:25 Framløga av frágreiðingini “Exit Russland?”
16:00 Samrøða við Eirik á Húsamørk, stjóra í Høvdavirkinum í Leirvik, um menningar- og inntøkumøguleikar frá svartkjafti
16:20 Steðgur
16.35 Orðaskifti millum Una Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin, og Beinir Johannesen, formann í Fólkaflokkinum
17:30 Liðugt
Leinkja til tiltakið: https://www.facebook.com/events/614210630611040?ref=newsfeed
Javnaðarflokkurin á fólkatingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald