Ítróttur

Evnaríkur spælari úr Klaksvík skrivar undir

07 Vestur hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla Silas Gaard.

2024-11-23 09:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sáttmálin er galdandi í 2 ár. Silas er uppvaksin í KÍ, har hann eisini hevur spælt vaksnamannafótbólt við 1. deild og BETRI deildini. Fyrstu ferð hann var við í byrjunaruppstillingini hjá KÍ var í 2022, tá ið hann var 18 ára gamal.

Faroesoccer hevur skrásett Silas fyri 23 dystir í bestu deildini og 61 í næstbestu deildini. Hann hevur eisini spælt dystir við U19 landsliðnum.

Í summar var Silas útleigaður til ÍF. Í næstseinasta umfari í ár, skoraði hann einasta málið hjá ÍF í dystinum móti okkum á Dungasandi. Hann fangaði bóltin næstan afturi í egnum 16-metri og rann einsamallur við bótinum allan vøllin, fyri síðani at skóta langskot í málið hjá okkum.

Tað er eisini í renningum og í ein móti einum, at Silas hevur sínar størstu styrkir.
Vit ynskja Silasi hjartaliga vælkomnum til 07 Vestur!

07 Vestur


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder