Semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið
Endamálið við vitjanini er at undirrita semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið um styrkt samstarv. Føroyar og ES hava arbeitt við semjuskjalinum í longri tíð, og nú er skjalið klárt at undirrita.
Endamálið við semjuskjalinum er at skipa ein yvirskipaðan karm fyri samstarvið millum Føroyar og ES og at menna viðurskiftini enn meira. Á vitjanini fær ES-nevndarforkvinnan somuleiðis høvi at kunna seg um ymisk føroysk viðurskifti við atliti at samstarvsøkjunum í semjuskjalinum, sum millum annað fevnir um burðardygd og veðurlagsbroytingar
Undirritan og stuttur tíðindafundur
Hósmorgunin 14. mars verður fundur í Tinganesi millum løgmann og ES-nevndarforkvinnuna. Eisini luttaka landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og danski forsætisráðharrin. Eftir fundin verður semjuskjalið undirritað. Síðani verður ein stuttur tíðindafundur, sum løgmaður og ES-nevndarforkvinnan luttaka á.
Stutt vitjan, men fjølbroytt skrá
í sambandi við vitjanina verður eisini farið umborð á hybridskipið Bakkafoss. Leiðin gongur eisini til Kaldbaks at vitja Ocean Rainforrest, ið millum annað luttekur í ES-granskingarsamstarvinum Horizon Europe. Vitjanin endar í Bø, áðrenn ES-nevndarforkvinnan við fylgi fer av landinum aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald