Politisk eftirmeting av virkseminum hjá Bústøðum
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Virksemið hjá Bústøðum
Spurningar:
- Hevur felagið Bústaðir keypt ella yvirtikið nakrar bústaðareindir frá øðrum síðan tann 26. mars 2021?
- um ja, hvat slag av bústøðum, hvussu nógvar eindir og hvussu stór er keypsupphæddin?
- Er felagið Bústaðir sjálvt farið undir at fyrireika og byggja nakra nýggja verkætlan síðan 26. mars 2021?
- um ja, hvat slag av bústøðum, hvussu nógvar eindir og hvussu stórar eru hesar verkætlanir, og hvør er kostnaðurin?
- Eru allar bústaðareindir, sum Bústaðir síðan 26. mars 2021 hava keypt frá øðrum, umframt allar byggiverkætlanir, sum felagið Bústaðir sjálvt er farið í gongd við at fyrireika og byggja, fíggjaðar saman við øðrum íleggjarum eftir kravinum í § 8 c, stk. 2 í lógini um Húsalánsgrunnin?
- Hevur landsstýrismaðurin, aftaná 26. mars 2021, loyvt Bústøðum at fara undir nakra verkætlan, uttan at hetta er fíggjað saman við øðrum, vísandi til § 8 c, stk. 4 í lógini um Húsalánsgrunnin?
- Hvussu nógv av heimildini á 250 mió. kr., sum felagið Bústaðir, sambært § 8 c, stk. 2, skal fíggja bústaðarbygging fyri kring landið, hava Bústaðir brúkt, síðan teir fingu heimildina tann 26. mars 2021?
- Hvørjar eru tríggjar tær seinastu verkætlanirnar, sum Bústaðir hava fyrireikað og bygt, og eru hesar verkætlanir bjóðaðar út?
Viðmerkingar:
Vísandi til løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2021 um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn, fingu Bústaðir heimild á 450 mió. kr. til nýggjar verkætlanir, harav 250 mió. kr. til bústaðarbygging kring landið saman við øðrum íleggjarum. Eisini varð krav sett um, at privatir skuldu vera við til at fíggja verkætlanirnar. Hetta varð m.a. gjørt fyri at tryggja, at byggjast kundi fyri meira enn 250 mió. kr.
Politiska skipanin, við undanfarnu samgongu, brúkti nógva tíð og orku upp á at skapa røttu karmarnar fyri, at stovnurin kundi menna sítt virksemi og seta enn meira gongd á byggivirksemið. Nú er ein tíð fráliðin, síðan hesar broytingar vórðu gjørdar, og tí er tørvur á einari politiskari eftirmeting. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald