Ítróttur

Enn ein sigur til Paula

.

2025-04-11 11:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Súkkling í Føroyum skrivar:

Enn ein sigur til Paula

Pauli Poulsen vann íkvøld tryggan sigur, tá Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon, saman við Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, skipaði fyri kapping í Einkultstarti.
Aftur hesa ferð var teinurin 40 kilometur langur. Ein langur teinur, tá kappast verður í Einkultstarti, men í Oyggjaleikahøpi er nokk so vanligt, at teinurin er omanfyri teir fjøruti kilometrarnar.
Startur og mál var við Effostøðina í Kollafjarðadali. Leiðin gekk norður gjøgnum Sundalagið, og vent var um ”oynna” har sum vegurin gongur inn í Streymnes. Leiðin gekk nú suður aftur gjøgnum Sundalagið, gjøgnum Kollafjørð, og so á mál í Kollafjarðadali.
Veðrið var alt annað enn gott. Tað var nógvur vindur, og í støðum vóru hvirlur. Hetta darvaði sjálvandi meðalferðina hjá súkklarunum, men hjá vinnarinum ikki stórvegis, tí aftur í kvøld var meðalferðin hjá Paula Poulsen tætt við 40 km/t.
Var Pauli vælkoyrandi, so kann tað sama sigast um súkklaran sum gjørdist nummar tvey, nevniliga Bergtór Thorsteinsson. Teinurin var beint undir 41 km, og brúkti Pauli 1 tíma 2 minuttir og 54 sekund um teinin. Bergtór brúkti 1 tíma 4 minuttir og 36 sekund.

Tvær ferðir ”come back”
Jákup Petur Eliassen hevur ikki verið so týttur á súkkluni seinasta hálva árið, og hevur ikki luttikið í kappingum ífjør heyst, og í vár, men hóast tað so var ferðin góð, og megnaði hann tí at vinna bronsu í drúgva og ”buldruta” Einkultstartinum.
Ein annar, ið eisini gjørdi “come back” íkvøld, og sum eisini var væl koyrandi, var fyrrverandi landsliðssúkklarin Jóanis Albert Nielsen. Hann hevur vant, men ikki luttikið í kappingum í nú fleiri ár.
Úrslit, 41 km Einkultstartur:
1. Pauli Poulsen, 1 tíma 2 minuttir 54 sekund
2. Bergtór Thorsteinsson, 1.04.36
3. Jákup Petur Eliassen, 1.06.57
4. Jóanis Albert Nielsen, 1.09.03
5. Gunnar Dahl-Olsen, 1.10.20
6. Kostas Garoflos, 1.12.26
7. Uni Heðinson, 1.12.59
8. Jóhan M. Jacobsen (Dardus), 1.16.42
9. Erik Neshamar, 1.18.54
10. Thorleif Thorleifsson, 1.22.39

Tað verður longu kapping aftur leygardagin. Tá verður Landavegsúkkling á skránni. Teinurin verður frá bilasøluni Wenzel, til Gomlurætt, og so aftur til Wenzel. Hesin teinur skal koyrast tríggjar ferð, og verður tað tilsamans smáar 50 kilometrar. Kappingin byrjar kl 15.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder