Politikkur

Endurvenjingin skal samskipast betri

Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Heilsumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Kommunufelagnum hevur í dag handað Margit Stórá, landsstýriskvinnu i heilsumálum, álit um betri samskipan innan endurvenjing.

2023-12-12 22:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Arbeiðsbólkurin hevur eyðmerkt og lýst, hvørjar avbjóðingar eru innan endurvenjing í Føroyum, síðan eru tilmæli gjørd við uppskotum um, hvussu avbjóðingarnar verða loystar.

Í høvuðsheitum metir arbeiðsbólkurin, at lóggávan á økinum er nøktandi, men at tørvur er á at fara undir skipaða íverkseting av galdandi lóggávu. Millum annað eru tilmælir um, at starvsfólk innan økið fáa skipaða undirvísing og kunning um lóggávuna, endurvenjingin skal í størri mun samskipast millum geirar, tryggjast skal, at borgarar ikki detta niður ímillum skipanir, flutningstænasta skal skipast og knappa starvsfólkatilfeingið skal gagnnýtast betri.

Eg fegnist um at hava fingið hetta álitið. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa loyst avbjóðingarnar, sum eru innan økið. Tað er mín vón, at vit í næstum kunnu fara undir eina skipaða tilgongd, har arbeitt verður við at íverkseta galdandi lóggávu innan endurvenjing. Tað skal gerast í tøttum dialogi millum ymsu geirarnar.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

Alt álitið kann lesast her – Álit um betri samskipan innan endurvenjing

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder