SEV skal eisini fyrireika eina prísskipan, sum bjóðar el fyri lægri prís í tíðarskeiðum við lítlari ella ongari olju í elframleiðsluni. Lægri prísur kann bæði ásetast fyri elprísin og fyri netprísin. Vónandi verður ein slík skipan klár at taka í nýtslu innan eitt ár.
Fjarhitavirksemi verður nú fevnt av eini loyvisskipan, sum er rættiliga lík henni, sum er galdandi á eløkinum. Krøv kunnu frameftir setast fjarhitafeløgum, sum tryggja fjarhitabrúkarum størri gjøgnumskygni í prísum og betri brúkaravernd, og sum tryggja, at fjarhitafeløg ikki brúka ov nógva olju í hitaveitingini.
Eisini er ein ognartøkuheimild útvegað til orku- og fjarhitaútbyggingar. Mett verður, at tørvur er heimildini, tí grønar orkuútbyggingar eru týðandi fyri samfelagið í grøna orkuskiftinum.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, fegnast um, at ein týðandi varði fram ímóti grøna orkuskiftinum er rokkin í dag. Landsstýriskvinnan ætlar at taka arbeiðið at skipa ein elmarknað við einum fjølbroyttum søluliði og eginframleiðslu fram aftur í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald