Tá eg var biðin at stilla upp fyri Borgaralistan, skuldi eg ikki hugsa meg leingi um, áðrenn eg segði ja. Áhuga fyri samfelagsviðurskiftum havi eg altíð havt og hugurin at blanda seg í kommunalpolitik liggur nokk í blóðnum; systir í sitandi býráði og mamma sat í bygdaráðnum í Miðvági í sínari tíð. “Vit stremba eftir at gera ein savnandi lista, sum umboðar alla kommununa so væl sum gjørligt” varð sagt, tá eg var biðin at stilla upp fyri Borgaralistan. Tað var rætti listi fyri meg.
Fyrst og fremst er tað, tað sosiala økið og trivnaður, sum liggur mær at hjarta. Okkara góðu barnagarðar hava bestu normering í landinum. Og vit hava notið gott av tí høgu fakligheitini og teimum fantastisku starvsfólkunum. Men eins og um alt landi, so merkja foreldur eisini, at okkara barnagarðarnir eru undir trýsti. Kommunan hevur ábyrgd av stovnunum, men servitanin er á stovnunum. Kommunan eigur, við minst møguligari innblandan, við áhaldandi áliti á tí servitan, stuðla undir tað arbeiði sum stovnarnir gera.
Trivnaður er so nógv.
Í 2015 skipaðu vit fyri Húsagongd á fyrsta sinni. Endamálið var at fáa lív í gamla býlingin vit tá búðu í. Lív og trivna.
At fólk sum gera sítt til, at økja um trivnaðin í bygdunum, tað verið seg eldsálirnar í ítrótti, samkomum, tónleiki, skulu fáa góðar umstøður er ótrúliga týdningarmikið. Tað er ikki bara orð. Virðið í góðum upplivingum, í góðum tryggum barndómi, í rørslu og sunnum likami, í samveru og góðum felagsskapið av øllum slag, kann ikki gerast upp. Tí skulu hesi framhaldandi hava góðar treytir í okkara kommunu; eisini tey sum leggjast afturat.
Trivnaður er eisini at kunna flyta seg trygt í kommununi. At kunna senda síni børn til gongu ella á súklu í skúla uttan ekka.
Tað eru fleiri enn 60 ár síðan skúlin á Giljanesi var tikin í brúk, so vit hava havt bæði tol og tíð, at fáa eina tryggja farleið til skúlabørn. Tað hevur ongantíð verið meira átrokandi enn nú, allir flokkar eru fluttir inn og bilarnir er fleiri enn nakrantíð.
Kommunan eigur ikki bara at vera viðleikari, men gera alt fyri at fáa í lag, at íbúðir vera bygdar til ung við serligum tørvi. Hesi ungu sum vit eiga her vestri, skulu ikki noyðast at oynni, burtur frá familju og kenda umhvørvinum, fyri at fáa møguleikan at skapa sítt egna lív, tá tey eru klár at flyta heimanfrá.
Set krossin fyri mær 12.november, eg lurti eftir tær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald