Allur vesturheimurin heldur ondini og bíðar í spenningi eftir, hvat fer at henda í orkuspurninginum. Hevur vesturheimurin nóg mikið av olju og gassi í framtíðini ?
Norra og Bretlandi hava sæð álvaran í eyguni og hava sett meir ferð á oljuleiting og Týskland fer at víðka um kolavinnuna.
Londini rundan um okkum hava sæð álvaran og handla. Spurningurin er, hvat gera vit í Føroyum fyri at verða við til at bjarga Europa úr orkukreppuni.
Sitandi samgonga hevur júst gjørt eitt samgonguskjal, har stóru linjurnar fyri politikkin komandi 4 árini eru lagdar, men har er ikki eitt orð um oljuleiting. Ikki eitt orð um eitt stórt mál, sum kann koma at fáa stórar avleiðing fyri allan vesturheimin. Eisini okkum her í Føroyum .
Tí verður hesin fyrispurningurin settur til landsstýrismannin í vinnumálum Høgna Hoydal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald