Politikkur

Elsebeth Mercedes Gunnlleygsdóttir hevur sett Margit Stórá fyrispurning um um skanning av sjúklingum

.

2024-06-07 12:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Skrivligur fyrispurningur  

eftir § 52a í Tingskipanini 

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna 

Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum 

Evni: Sjúklingar sendir til Aalborg at skannast heldur enn til Klaksvíkar 

Spurningar: 

  1. Kundu teir 28 sjúklingarnir, sum Landssjúkjahúsið nýliga hevur ávíst til  Aalborg at skannast, ístaðin verið sendir til Klaksvíkar? 
  2. Hvat er meirkostnaðurin av at senda hesar 28 sjúklingarnar til Danmarkar í  mun til, at teir blivu sendir til Klaksvíkar sjúkrahús? 

Viðmerkingar: 

Jóhan Poulsen, urolog, sigur, at skannarin í Klaksvík kann skanna fyri prostata  beinanvegin – í dag um tað skal vera - og allar avtalur við Aalborg sjúkrahús eru  komnar uppá pláss.  

Mótsatt hesum sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, at stórt  fyrireikingararbeiði enn er eftir at gera, áðrenn sjúklingar kunnu sendast til  Klaksvíkar. Møguliga einaferð eftir summarferiuna kunnu sjúklingar sendast til  Klaksvíkar at skannast innan urologi, sigur hann.  

Serfrøðingur á økinum sigur eitt, meðan stjórin á LS sigur heilt nakað annað. Haldi at allir partar í málinum og serliga hesir 28 sjúklingarnir og teirra avvarðandi  hava krav uppá at vita, hvør sannleikin er.  

Føroyski skattaborgarin hevur eisini krav uppá at vita, hvussu hansara peningur  verður umsitin. Ein av okkara størstu uppgávum sum myndugleiki er at fáa  skattaborgarans pening at strekkja sum longst. Serliga nú í hesum døgum, har  arbeiðarin stríðist fyri at fáa nakrar krónur uppá tímalønina. Tað er beinleiðis  ábyrgdarleyst at velja dýrar loysnir, sum eins væl kundu verið gjørdar bíligari og  betri, sum í hesum førinum.  

Á Løgtingi, 7. juni 2024 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder