Príshækkingin kemur í kjalarvørrinum á fráboðaða økta oljuavgjaldinum hjá landsstýrinum, sum fer at tyngja raksturin hjá Sev við 30 mió. kr.
Ein triðingur av øktu útreiðslunum verða funnar í rakstrinum, meðan restin verður fíggjað við at hækka elprísin komandi ár.
“Ætlanin var ikki at hækka elprísin”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður, “men tíverri bleiv tað neyðugt.”
”Vit harmast um soleiðis at fáa álagt eitt kostnaðarmikið umhvørvisgjald fyri at gera rúm fyri skattalætta. Tað hevði givið meining, um peningurin fór til grønar íløgur, sum kundu ført Føroyar enn longri fram móti einum burðardyggari samfelag, men so er ikki.
Eykagjaldið á tungoljunýtslu tyngir um raksturin hjá Sev og tvørrar møguleikunum hjá Sev at gera neyðugar íløgur.
Orkuskiftið krevur nógv av elframleiðsluni, og ikki minni av elnetinum. Stórar íløgur standa fyri framman fyri at tryggja, at Føroya fólk fær tryggan og støðugan streym, hóast parturin av óstøðugum orkukeldum økist. ”
Príshækkingin fær gildi 1. januar 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald