Vinna

Elna Debess 50 ár í valstýrinum í Kollafirði

.

2026-03-27 17:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Tórshavnar kommuna skrivar:


Fólkatingsval var í gjár, og í valhølinum í Kollafirði var serligur hátíðardámur.

Stór og vælsmakkandi køka varð sett á borðið, nú Elna Debess hevur sitið í valstýrinum í Kollafirði í samfull 50 ár.

Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, legði eisini leiðina framvið og handaði Elnu blómutyssi vegna øll valstýrini í Tórshavnar kommunu.

Í dag er valhølið í Kollafirði í húsinum hjá skótaliðnum Túgvuni. Men so hevur ikki altíð verið.

Elna greiðir frá, at tá hon byrjaði, var valið í gamla skúla. Gjøgnum árini hevur valhølið verið ymsastaðni, millum annað í nýggja skúla og nú síðstu árini í skótahølinum.

Tað hevur altíð gingið væl at telja upp atkvøðurnar, har tey hava gjørt egnan leist fyri tí.

Áðrenn Kollafjørður gjørdist partur av Tórshavnar kommunu, vóru tvey valstýri í Kollafirði – eitt fyri løgtings- og fólkatingsval og eitt fyri kommunuval. Nú er tað eitt valstýri fyri øll valini.





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder