Skal ein bygningur býtast sundur í eigaraíbúðir, eru treytirnar í dag:
- at allur bygningurin verður býttur sundur í eigaraíbúðir, sbr. § 3,
- at bygningurin er grundaður eftir 3. apríl 1970, sbr. § 10, stk. 1, og
- at bygningurin er ætlaður til at býta sundur í eigaraíbúðir, sbr. § 10, stk. 1.
Við lógaruppskotinum verður næsta treytin omanfyri strikað, soleiðis at eldri bygningar eisini kunnu býtast sundur í eigaraíbúðir. Hinar báðar treytirnar verða varðveittar.
At bygningurin er ætlaður at býta sundur í eigaraíbúðir merkir, at húsini upprunaliga, ella eftir umbygging ella endurbygging, lúka somu byggitøkniligu krøv, sum verða sett nýbygdum eigaraíbúðum.
Uppskotið kann verða við til at fjøltátta bústaðarmarknaðin, og at geva rúm fyri fleiri bústøðum, serliga í høvuðsstaðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald