Politikkur

Eldralógin má endurskoðast

Tá eldralógin, løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., varð sett í gildi hin 1. jan. 2015, varð í seinastu grein í lógini, grein 22 ásett, at lógin skal endurskoðast 5 ár eftir at lógin er sett í gildi. ”Hetta fyri at meta um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, ella um broytingar skulu gerast í skipanini”.

2024-05-09 18:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú má tíðin umsíðir vera komin til handa, at Eldralógin verður endurskoðað. Hetta soleiðis at eldraráð kring landið, pensjónistafeløg, eldrafeløg, einstaklingar v.fl. umsíðir fáa høvi at koma við sínum metingum og meiningum, hvørt løgtingslog um heimatænastu, eldrarøkt v.m. treingir til ábøtur.  

”Longst møguligt í egnum heimi”

Sambært Eldralógini hava tænasturnar, sum kommunurnar bjóða heimabúgvandi fólkapensjónistum, sum endamál, at viðkomandi kann búgva longst møguligt í egnum heimi.

Vísandi til § 10 í lógini kunnu tænastur, sum kommunurnar bjóða fram, fevna um: dagtilhald, dagtilboð, ergoterapi, fysioterapi, fyribyrgjandi venjing, mattænastu, umlætting, koyritænastu, vegleiðing. fyribyrgjandi venjing, endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing o.s.fr.

Ongin ivi er um, at venjingar fyri eldri fólk eru ein góð og neyðug tænasta. Ellismerkt eldri fólk hava tó ikki bert brúk fyri venjingum, men eisini brúk fyri tænastuni reingerð og hjálp til neyðugar praktiskar uppgávur á bústaðnum.

 Í § 32 a í forsorgarlógini, varð ásett viðv. heimahjálp, at:

  • ”Landsstýrismanninum verður heimilað at stovnseta skipanir, ið hava til endamáls at veita persónliga hjálp og røkt og stuðul til neyðugar praktiskar uppgávur á bústaðnum”

Hetta er júst sama orðing, sum framvegis er í § 83 í donsku Serviceloven um heimahjálp.

Í eldralógini frá 2015, Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður hinvegin onki nevnt um at veita stuðul til neyðugar praktiskar uppgávur á bústaðnum.

Reingerð v.m. má koma afturíaftur

Tað er av altavgerandi týdningi, bæði fyri tey eldru, ið hava brúk fyri hjálp í egnum heimi, og fyri kommunurnar, at tað verður ásett í lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m., at at heimahjálp eisini fevnir um praktiska hjálp í heiminum. Tey eldru, sum hava tørv á hjálp, eiga aftur at fáa hjálp til reingerð, at rudda, vaska klæðir, innkeyp v.m. – júst soleiðis, sum framvegis verður gjørt í donsku skipanini um heimahjálp.

Sum støðan er nú, har lógarheimild ikki er í Eldralógini fyri at veita reingerð og aðra praktiska hjálp til heimabúgvandi fólkapensjónistar, verða eldri og óhjálpin nærum rikin á ellis- ella røktarheim, langt fyri tíð. Óhjálpnir og ellismerktir fólkapensjónistar kenna seg noyddar at flyta á ellis- ella røktarheim, hóast teir ynskja at búgva í egnum heimi sum longst.    

Tænastan reingerð og stuðul til neyðugar praktiskar uppgávur á bústaðnum til eldri og óhjálpnar borgarar varð strikað í sambandi við, at vit í 2015 fingu nýggja Eldralóg. Reingerð til pensjónistar varð spard burtur í nýggju Eldralógini, hetta tí at landsstýrið skuldi spara.

Henda sparing í heimahjálpini varð gjørd sjálvt um reingerð er ein av hornasteinunum í tí hjálp, sum kommunurnar eiga at veita eldri og óhjálpnum borgarum, at tryggja, at hesi kunna megna at búgva longst møguligt í egnum heimi.  

Kostnaður fyri heimahjálp

Kunngerð nr. 6/2023 ásetir, at fólkapensjónistar, sum hava ársinntøku millum 0 kr. og 50.000 kr. um árið, gjalda 0 kr. fyri heimahjálp. Fólkapensjónistar, sum hava inntøku millum 50.000 og 55.000 kr., gjalda 59 kr. um tíman. Fyri hvørjar 5.000 kr. verða lagdar 3 kr. afturat gjaldinum. Hægsta gjald er 235 kr. um tíman.

 

Reingerðahjálp til eldri borgarar í Føroyum verður veitt í nøkrum Eldraøkjum.

Hóast Eldralógin ikki fevnir um reingerð sum eina tænastu, sum fólkapensjónistar eiga at fáa, hava nøkur Eldraøki í landinum sett í verk royndarverkætlanir um reingerðarhjálp til eldri og óhjálpnar fólkapensjónistar. Tey øki, ið veita reingerð til óhjálpnar fólkapensjónistar eru: Heilsu- og umsorganarfyrisitingin í Tórshavnar kommunu, Norðoya bú- og heimatænasta og Vágs Kommuna. Treytir fyri reingerðarhjálp og tímagjaldið fyri reingerðahjálp eru ymisktligar í ymsu økjunum. 

 

Kostnaður fyri reingerð til fólkapensjónistar

Gjaldið fyri reingarðarhjálp, sum nøkur eldraøki í Føroyum veita, er sama krónuupphædd óansæð hvørja inntøku fólkapensjónisturin hevur – fátækir pensjónistar gjalda júst somu krónuupphædd um tíman, sum ríkir pensjónistar.

Til sammetingar kann verða nevnt, at í Danmark hava eldri og óhjálpinir fólkapensjónistar lógfestan rætt at fáa heimahjálp herundir reingerð frá kommununi og er heimahjálp við reingerð ókeypis fyri allar pensjónistar. Danskir fólkapensjónistar gjalda 0 kr. fyri heimahjálp.

Tilboð um reingerðatænastu v.m. og gjald fyri reingerðartænastu eigur at vera eins í øllum landinum

Eldralógin má broytast, soleiðis at allir óhjálpnir fólkapensjónistar kunnu  at fáa tilboð um reingerðartænastu og aðra praktiska hjálp í egnum heimi gjøgnum Eldralógina. Við slíkari broyting av Eldralógini kann endamálið við Eldralógini verða nátt – nevniliga at ellismerktir og óhjálpnir eldri borgarar kunnu megna at búgva longst møguligt í egnum heimi.  

Gjaldið fyri heimahjálp við tænastuni reingerð eigur at fylgja ásetingunum í kunngerð nr. 6/2023 um gjald fyri heimahjálp. Gjaldið verður soleiðis samhaldsfast og lagað til ta inntøkuupphædd, sum fólkapensjónistar hava afturat fólkapensjónini og samhaldsfasta.

Tórshavn hin 30. apríl 2024

Ingrid S. Henriksen, varalimur í Eldraráðnum í Tórshavnar Kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder