Vinna

Eitt hálvt ár fimta hvørt ár er nokk 

.

2025-07-25 17:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Eitt hálvt ár fimta hvørt ár er nokk 

Summarið er komið, alt stendur í fagrasta blóma og fólk gleðast um summarfrítíðina, men undir  yvirflatuni goymir seg tó ein ófriður. Lógaruppskotið um at hækka pensjónsaldurin, sum bleiv tikið  aftur áðrenn summarfrítíðina, liggur og lúrir. 

Bæði Løgmaður og landsstýrisfólkið í Almanna og mentamálum, ið er ábyrgdarhavandi  landsstýrisfólk, høvdu greiðar útmeldingar, tá teir vóru noyddir at taka lógina aftur úr tinginum fyri  summarfrítíðina - lógaruppskotið, um at hækka pensjónsaldurin í óðum verkum, verður borið í  Løgtingi aftur í heyst. 

Um lógaruppskotið verður borið aftur í tingið, verður eisini áhugavert at síggja, um nakrar av  viðmerkingunum, sum vóru til uppskotið, vilja síggjast aftur í einum nýggjum uppskoti, ella um vit  bara fáa meira av tí sama. 

Veruleikin er, at tað er púra óneyðugt at samtykkja eina nýggja pensjónslóg. Vit hava longu eina  lóg, sum gevur heimild til at hækka pensjónsaldurin við einum hálvum ári fimta hvørt ár, tað er  nokk og tað eigur Løgtingið at halda seg til. Verandi lóg krevur eisini, at Løgtingið viðgerð og  eftirmetir støðuna á arbeiðsmarknaðinum loypandi fyri at staðfesta, um tað er ráðiligt áhaldandi at  hækka pensjónsaldurin. 

Lógin ásetur, at Løgtingið skal meta um støðuna á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn pensjónsaldurin  verður hækkaður. Við hesi nýggju lógini vil Løgtingið sleppa sær undan at hyggja vanliga  føroyingin í eyguni og viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Tað er at renna undan ábyrgd og at  krógva seg fyri veljaranum. 

Um pensjónsaldurin verður hækkaður, verða tað eisini enn fleiri, ið verða noydd at gevast í  arbeiðslívinum áðrenn pensjónsaldur, tí at arbeiðsførleikin er viknaður av arbeiðsáum vegna strongd  ella sjúku. Nú samgongan vil trýsta fleiri at arbeiða longur, eru eingi átøk, sum hjálpa vanliga  føroyinginum ímóti at vera útslitin áðrenn pensjónsaldur. Um samgongan vildi hjálpt okkum og  haldførinum, kundu tey gjørt íløgur í starvsfólkini, meðan tey eru á arbeiðsmarknaðinum, so fleiri  kundu orka at arbeitt eitt sindur longur.  

Um uppskotið at hækka pensjónsaldurin verður samtykt, so missir vanligi føroyingurin eisini rættin  til sína egnu uppspardu pensjón. Tá pensjónsaldurin í 2030 hækkar til 68 ár, má vanligi føroyingurin  bíða í eitt hálvt ár afturat, til hann sleppur fram at síni egnu pensónsuppsparing. Hetta kemur 

Tórshavn 24.juli 2025 

omaná, at hann skal vera eitt hálvt ár eldri, áðrenn nakað útgjald kemur frá almennu veitingunum  frá Samhaldsfasta og grundupphæddini. 

Boðini frá Fakfelagssamstarvinum eru greið. Tað er heimild at hækka pensjónsaldurin eitt hálvt ár  fimta hvørt ár, tað er nokk, og Løgtingið má hava dirvi at hyggja veljaran í eyguni og gera neyðugar  greiningar, hvørja ferð pensjónsaldurin skal hækka. 

Fakfelagssamstarvið 

Starvsfelagið 

Føroya Lærarafelag 

Føroya Pedagogfelag 

Akademikarafelag Føroya 

Heilsuhjálparafelag Føroya 

Havnar Arbeiðskvinnufelag 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder