Politikkur

Eingin stormskaðagrunnur ávegis

Bjørt Samuelsen hevur sett Magnusi Rasmussen fyrispurning um stormskaðar.

2022-02-02 08:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eingin stormskaðagrunnur er ávegis og fyribyrging av skaðum orsaka av veðurlagsbroytingum, er ikki rættuliga partur av komandi veðurlagspolitikkinum. Tað sigur landsstýrismaðurin í veðurlagsmálum, Magnus Rasmussen, í svari til fyrispurning frá Bjørt Samuelsen.


Stormar og nógvi uppgangurin herfyri gjørdu stóran skaða fleiri staðni. Nógv bendir á, at vit í framtíðini fara at uppliva bæði títtari og ógvusligari ódnir, sum avleiðing av veðurlagsbroytingunum. Flestu lond hava tí gjørt sær tilbúgving í mun til at verja fyri álvarsomum skaðum og oyðileggingum av stormi, uppgangi og vatnflóð.

“Flestallar bygdir í Føroyum liggja við sjógvin, og tí er vandin fyri skaða á bryggjur, sjóvarbakka, brimgarðar, o.s.fr. stórur. Vatnstøðan í heimshøvunum hækkar støðugt. Ikki allar kommunur eru nóg sterkar fíggjarliga til at lofta stórum skaðum tá stormarnir herja. Tí vildi ein felags “stormskaðagrunnur” verið til stórt gagns fyri ábæru plássini í Føroyum,” sigur Bjørt Samuelsen.

Landsstýrismaðurin leggur um stutta tíð nýggjan veðurlagspolitikk fyri Løgtingið. Men, sum sæst í svarinum, er tilbúgving og fyribyrging av stormskaðum ikki beinleiðis partur av hesum arbeiði. Og landsstýrið metir ikki, at til ber at stovna stormskaðagrunn, fyrr enn kommurunar eru samdar um hetta.

Spurningurin og svarið kunnu lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9900

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder