Vinna

Eindømi í heiminum: spiritus við trøffiltara

Nú á páskum kemur Faer Isles Distillery á marknaðin við heimsins fyrsta spiritus, ið nýtir ein serligan tara, sum livir her um okkara leiðir. Á føroyskum eitur hann loðin skeggtari men á enskum hevur hann meira leskiliga heitið Ocean Truffle Seaweed, ið vísir á serliga smakkin, sum minnir nógv um dýru delikatessuna, trøflur.

2025-04-16 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Felagið hevur arbeitt í 4 ár við at menna vøruna fyri at fáa fram serstaka, kremuta trøffilsmakkin við einum farra av sjóráka.Vøran er ment í samstarvi við Agnes Mols Mortensen, sum herfyri varð nevnd "Taradrotningin" í dokumentarinum hjá KvF. Hon er stjóri í Spf Tari og serfrøðingur í tara.

Felagið hevur sent smakkiroyndir til serfrøðingar uttanlands, og teir hava verið bergtiknir. Gjøgnumbrotið á amerikanska marknaðinum kom í stóran mun, tí amerikanski distributørurin  var so hugtikin av júst Ocean Truffle Akvavit.

Tarin veksur á øðrum tara og kann tí ikki alast eins og onnur tarasløg men má takast av kavarum. Eisini er hann ymiskur í mun til, hvar hann er funnin. Tey í Spf Tari hava funnið júst besta staðið í landinum, har streymur og onnur vakstrarlíkindi eri best. Somuleiðis kann hann bara takast ein part av árinum, og nøgdirnar eru tí avmarkaðar, og tað má gerast burðardygt í mun til náttúruna. Afturfyri er smakkurin sera sterkur, so bara lítlar nøgdir skulu brúkast.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder