Politikkur

Ein verulig lønarhækking beinaveg

Ein lønarhækking, ið munar beinavegin. Tað inniber uppskotið hjá Tjóðveldi um eina lønarpulju til starvsbólkar innan heilsu, barna, eldra og almannaøkið.

2022-03-17 14:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit skjóta upp at seta eina lønarpulju á 50 milliónir netto, so starvsfólkini fáa eina lønarhækking, ið munar. Áleið 2000 krónur meira per lim at samráðast fyri er úrslitið fyri fakfeløgini.

Hetta forðar ikki fyri, at tey eisini fáa eina lønarhækking við samráðingar annars.

Seinastu tíðina eru trý ymisk uppskot komin frá politisku skipanini um lønarviðurskifti. Løgmaður tosar um skattalætta, Javnaðarflokkurin um stytta arbeiðsviku og Tjóðveldi um eina lønarpulju. Kortini vóru bara løgmaður og Javnaðarflokkurin við í Breddanum í Kringvarpinum fyrrpartin, men onki umboð fyri Tjóðveldi – tað undrar.

Øll trý uppskotini hava sínar ivaleyst dygdir, men uppkotið hjá Tjóðveldinum bøtir um støðuna beinavegin.

Beinta Løwe,

løgtingskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder