Politikkur

EIN OGN FØROYA FÓLKS OG ONNUR

Nógv verður tosað um ogn Føroya fólks, tá tað snýr seg um fisk og firðir, men hvussu er við penganýtsluni hjá tí almenna? Tað er í hvussu er peningur skattaborgarans, ið verður nýttur, hvørja ferð okkurt verður keypt. Spurningurin er so, hvussu hesin peningur verður nýttur, og um hann verður nýttur á skynsamasta hátt. Tað eru reglur fyri, hvussu farið eigur at verða fram, tá stovnar landsins keypa vørur og tænastur, men verða hesar reglur altíð fylgdar? Og hvussu nógv verður keypt fyri árliga? Er skipanin nóg gjøgnumskygd?

2025-02-25 07:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HVØR SPARD KRÓNA...

Hvør spard króna er ein vunnin króna, verður sagt. Sum støðan í almenna húsarhaldinum er í dag við halli á fíggjarlógini og avbjóðingum við langtíðarhaldføri, so er sjálvsagt enn meiri umráðandi og átrokandi, at skattaborgarans peningur verður umsitin á besta og skynsamasta hátt. “Endamálið er at fáa meira fyri pening skattgjaldarans við at skipa landsins keyp av vørum og tænastum, og samstundis stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.” Hetta er endamálsorðingin í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum til stjórnarráðini og stovnar landsins. Hetta er eitt greitt og gott endamál, og spurningurin er so, hvussu tað gongst við at fáa endamálið implementerað í almenna geiran.

HVUSSU NÓGV KEYPIR TAÐ ALMENNA FYRI ÁRLIGA?

Aðalráðini eru 9 í tali, og nógvir eru stovnar landsins, og tí kann hugsast, at nógv verður keypt av ymsum vørum og tænastum. Tað hevði tískil verið áhugavert at sæð, hvussu nógvan pening, talan er um, tá vit hugsa um tær vørur og tænastur, sum eru fevnd av rundskrivinum. Og um tað finnast hagtøl, sum vísa, hvørt tað loysir seg at bjóða út ella ikki. Sum nú er, so er álagt stovnum og ráðum at bjóða út, tá upphæddin er omanfyri 500.000 kr., ímeðan ein tilboðsfyrispurningur skal nýtast fyri keyp upp til 500.000 kr. Keyp undir 50.000 kr. eru undantikin, um ikki rammusáttmálar eru galdandi.

SPURNINGAR TIL FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

Bagatellmørk eru uttan iva fyri, hvat skal ella kann bjóðast út, men upp til 500.000 kr. eru rættiliga nógvir pengar hjá nógvum fyritøkum og vinnurekandi. Og at keyp heilt upp í 50.000 kr. púra kunnu vera undantikin, er eisini ein høg upphædd hjá mongum. Áhugavert hevði eisini verið at fingið at vita, um ætlanir eru at gera skipanina við keypi landsins meiri gjøgnumskygda.

Tískil vórðu hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum 18. februar 2025:

  1. Hvussu nógvar krónur hava stjórnarráðini og stovnar landsins árliga keypt fyri í vørum og tænastum seinastu 3 árini?
  2. Hvussu stórur prosentvísur partur av keypunum hesi árini hevur verið í útboði; og kundi tað verið ein størri partur, sum varð boðin út?
  3. Hvat vísa hagtølini hvat viðvíkur, hvussu væl tað loysir seg peningaliga at bjóða út?
  4. Eru ætlanir um at gera keyp landsins meiri gjøgnumskygd – eisini smærru upphæddirnar?
  5. Um ja, hvussu langt er man komin við hesum?

Væntandi svarar landsstýriskvinnan í hesi vikuni.

Bárður á Lakjuni, tingmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder