Mentan

Ein kappi verður 100 ár

.

2025-07-02 13:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jan Erik Simonsen orð og mynd:


Hans Eli Hansen, vanliga nevndur Eli, verður í dag 100 ár.

Eli var, sum aldurin sigur okkum, føddur 2. juli í 1925 úti á Reyni í Havn. Foreldrini vóru Armgarð og Hjalmar. Eli er elstur av 10 systkjum. Hann er uppvaksin úti á Reyni í Havn, í Vestmanna og á Slættanesi. Tá hann var 3 ára gamal í 1928, flutti familjan til Vestmanna, tí har var lættari hjá pápanum Hjalmari at fáa hýru, tí fiskiskipini vóru nógv har. Eli gekk barnaskúlan í Vestmanna, men í 1938 flutti familjan út á Slættanes at búgva. Tey vóru tá 7 systkin, men ein av brøðrunum doyði í 1927 einans ársgamal.

Pápin Hjalmar var føddur og uppvaksin á Slættanesi, so hetta var ikki fremmant fyri tey. Farbróðirin flutti um hetta mundið, í 1938, av Slættanesi til Sandavágs, og soleiðis komu tey at búgva í húsunum hjá honum.

Eli hevði ætlanir um at fara til skips, men so kom kríggið, og hann fór at arbeiða fyri bretska hersetingarvaldið í Vágum. Í 1944 fór Eli tó yvir til Íslands at arbeiða á fiskavirki í Dalvík, men tað var skjótt, at hann varð biðin at koma við garnabáti, sum royndi eftir sild. Og har byrjaði sjólívið hjá Eli, 19 ára gamal. Seinni slapp hann við íslendskum nótabáti, sum royndi eftir sild við snerpunót. Hýran var óvanliga góð, og tá árið var liðugt, og hann fekk uppgerðina heim úr Íslandi, ljóðaði úrtøkan uppá 4.700 krónur, og tað var óhoyrt gott heima í Føroyum fyri so stutta tíð.

Hann fór síðani at sigla við føroyskum koltrolarum, fyrst við Norðbúgvanum úr Havn. Í 1945 fór hann við sandavágssluppini Doceu, og árið eftir við Sjóløvuni, ein onnur sandavágsslupp. Seinni var hann við vestmannasluppini, Sølvasker.
Í 1947 fór Eli á motorskúla í Havn, og eftir tað sum 2. meistari við Sølvasker. Síðan gekk leiðin umborð á koltrolararnar aftur. Fyrst við Fossi av Tvøroyri, síðani við Torkili Ønundarsson úr Sandavági. Familjan hjá Eli flutti av Slættanesi og heim til Sandavágs í 1948, og tá búsettust tey við Melfansá. Tí verður Eli onkuntíð nevndur Eli við Melfansá, tí fleiri navnar vóru í Sandavági.

Í 1949 giftist Eli við Ingu Heinesen úr Sandavági, og tey búsettust tá í Sandavági.

Í 1950 fór Eli við koltrolaranum Stella Argus úr Havn, og var hann við har til 1951.

Eftir hetta arbeiddi hann upp á húsini í Sandavági. Síðani fór hann sum meistari við koltrolaranum Høgáfossi úr Sandavági. Eftir tað fór hann at sigla við norskum trolarum. Tó - nú var tað ikki sum maskinmaður, men sum trolbassi. Norðmenn høvdu hoyrt um kvika Eli Hansen úr Sandavági, og teir vildu hava hann til trolbassa. Eli sigldi við norðmonnum í 7 ár. Eftir hetta fór hann at sigla við stoltleikanum hjá sandavágsmonnum, dieseltrolaranum, Jegvan Eliasi Thomsen, sum varð keyptur úr Hull í 1956. Við Jegvan Eliasi varð fyri tað mesta roynt við Ísland og Grønland, og við vóru upp í 33 mans, har av 5 í maskinuni.

Eftir tíðina við Jegvan Eliasi Thomsen, fór Eli við íslendskum línubáti sum maskinmaður í tvey ár. Og haðani við donskum laksabáti úr Esbjerg, sum “innhandlaði” laks við Arsuk í Suðurgrønlandi.

Eftir hetta fór hann at sigla við farmaskipum, bæði donskum, norskum og føroyskum. Og tað gjørdist hansara sjólív heilt fram til hann legðist uppi á landi í 2001, 76 ára gamal. Tá hevði Eli siglt í samfull 57 ár.

Tvær ferðir við at ganga burtur
Tá ein hevur balst á sjónum í so nógv ár, slepst ikki undan onkari vandamiklari støðu. Tá Eli var við norðmonnum seinnu helvt av 1950-árunum og inn í 1960-árini, hevði hann verið við har í 7 ár. Á seinasta túrinum hann var við norska trolaranum, og teir sigldu inn til Hammerfest at landa, kom ein russiskur kavbátur upp beint frammanfyri teir, og samanstoyturin var vísur. Tað var stormur og kavarok á leiðini. Av samanstoytinum skrædnaðu eini 30 plátur í botninum og lukkutíð vóru nógvir vatntangar í botninum á skipinum, at norski trolarin í roynd og veru fleyt á tómu tangunum, og soleiðis vunnu teir upp land og vórðu bjargaðir.

Seinna hendingin var umborð á sandavágstrolaranum Jegvan Eliasi Thomsen. Teir vóru á heimleið úr Grønlandi í juni í 1963. Tá teir komu á Kappan, var sum so ofta ódnarveður. Trolarin var fulllastaður av saltfiski, og ein stórur tangi har afturi í skipinum var tómur. Eli visti ikki av hesum. Tá legði Jegvan Elias Thomsen seg brádliga og varð liggjandi, og forskipið var alt undir í sjógvi. Roynt var at bakka, men einki batti. So var bara eitt at gera, og tað var at sigla fram. Tá reisti trolarin seg spakuliga. Tá teir komu heim til Føroyar hendan túrin, varð hesin sami tangin fyltur við skervi, so slíkt ikki skuldi henda aftur. Royndirnar hjá Eli umborð á Stellu Argus og Jegvan Eliasi Thomsen vóru tær somu. Tá teir vóru fulllastaðir, høvdu hesir trolarar hug at leggja seg og vildu kava. Og verður tømt úr tangum ella kolagoymslum afturi í skipinum, og lastin er rokað, er skipið ov lætt aftan og missir partvís ella allan stabilitet. Og tá so ódnarveður er afturat, og sjógvar skola inn á dekkið har frammi, verður galið.
Men báðu ferðirnar bóru teir tíbetur boð í bý.

Inga og Eli fingu 5 børn, Bjørg, Sjúrður, Bjarni, Aud og Ingi. Abbabørnini eru 16 í tali, langabbabørnini 25 og oldurabbabørnini 7.
Konan, Inga, andaðist 6. desember í 2001, og sostatt hevur Eli búð einsamallur í nærum 24 ár.

Hjartaliga til lukku við 100 ára degnum, Eli! Má lívskvøldið verða tær fjálgt og gott.

janerik

PS: Upplýsingarnar um Eli havi eg funnið í bókini Av fjalli at fjørustrond og í grein hjá Grækaris D. Magnussen í Maskinmeistarablaðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder