Mentan

Ein heimkærur filmur eftir Sakaris Stóra

Nýggi føroyski spælifilmurin hjá Sakaris Stórá, "Seinasta paradís á jørð", verður at síggja í Havnar Bio 10. apríl 2025. Tríggjar vikur seinni, 1. mai, kemur filmurin í danskar biografar, hann er eisini valdur at vera partur av Filmporten – Filmelskernes biografklub.

2024-12-13 21:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

"Seinasta paradís á jørð" er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting.  Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm).

Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.

Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri velja at vera búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin Silja syrgja í tøgn um mammuna, ið tey hava mist. Kári finnur troyst í arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis, sum pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki megnar gerandisdagin í heiminum, og rýmir til skips og til tryggu og kendu karmarnar umborð. Men flakavirkið er hótt av at verða stongt, og við tí verður tilverugrundarlagið í bygdini broytt.

"Seinasta paradísið á jørð" er framleiddur við stórum atliti til burðardygd, í samsvari við mannagongdirnar í  danska vinnusamstarvinum Bæredygtig Film og TV Produktion (BFTP). Hetta er eitt nú sjónligt við at alt uttan tríggjar senur eru filmaðar í Hvalba, tvær av hesum aðrastaðni í Suðuroynni og ein umborð á trolara.

Tað er Sakaris Stórá, ið leikstjórnar. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 við spælifilminum "Dreymar við havið". Men var áðrenn hetta nógv fagnaður fyri stuttfilmarnar "Summarnátt" og "Vetrarmorgun", umframt norska stuttfilmin "Passasjeren".

Sakaris hevur somuleiðis skrivað handritið í samstarvi við Tommy Oksen og Mads Stegger. Hin virðislønta Virginie Surdej er fotografur á filminum.

Filmurin er framleiddur av Jón Hammer fyri Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum, FilmFyn, DR, og miðlaskránni hjá Creative Europe, Mentamálamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Filmshúsinum.

Tað er Øst for Paradis, ið tekur sær av útbreiðsluni í Danmark.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder